Copy
Tíðindabræv frá Føroyska Bíbliufelagnum
Sært tú ikki myndirnar - trýst her

Tíðindabræv frá Bíbliufelagnum 11. mai 2016

Hvítusunnudag hevur Føroyska Bíbliufelagið talvudag í kirkjunum kring landið.

Komandi sunnudag, hvítusunnudag, hevur Føroyska Bíbliufelagið talvudag í kirkjunum kring oyggjarnar.

Innsavnaði peningurin, sum er árligi talvudagur teirra, fer til Bíbliufelagið sum arbeiðir við fleiri stórum verkætlanum.
   Føroyska Bíbliufelagið er nú vorðið góðkent sum sjálvstøðugur limur í Sameindu Bíbliufeløgum (United Bible Societies) saman við 118 øðrum londum.
   Nýtt forlag er stovnað: ”Forlagið Bókin”. Endamál forlagsins er at geva út Bíbliur, partar av henni og annað viðkomandi tilfar til allar aldursbólkar, bæði uppruna føroyskt tilfar og týðingar. Umframt at geva út bíbliulesiætlan á hvørjum ári, arbeiðir forlagið við fleiri stórum verkætlanum, eitt nú nýggjari týðing av Nýggja Testamenti úr grundmálinum og Nýggja Testamenti við lættlesiligum teksti, sum er nærri talumálinum á okkara døgum.
   Føroyska Bíbliufelagið stuðlar eisini altjóða bíbliuarbeiðnum, so tey, ið onga bíbliu eiga, kunnu lesa bíbliuna á sínum egna máli. Stuðul er latin til keyp av Bíblium í India, Ukraina, Pakistan og á Filipsoyggjunum.
   Eisini hevur Bíbliufelagið fingið nýggja heimasíðu www.biblia.fo og eina bíbliu-app til snildtelefonir og teldlar.
   Endamálið hjá Føroyska Bíblufelagnum er annars, at skipa fyri at týða Bíbliuna ella partar av henni, at endurskoða verandi bíbliuútgávur og at geva út bíbilsku skriftirnar í øðrum útgávum enn teimum løggildu.
   Felagið arbeiðir haraftrat fyri at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika, eins og tey stuðla altjóða bíbliuarbeiði.
   Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum er fíggjað við limagjaldi og gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til virksemið hjá Bíbliufelagnum.
   Meiri fæst at vita um Bíbliufelagið á www.biblia.fo

Bíbliur úr Føroyum til Filipsoyggjarnar og Pakistan

Fyrr í vár var Hilda Viderø í Filipsoyggjunum og Pakistan vegna Føroysku Barnahjálpina. Við sær á ferðini hevði hon barnabíbliur til skúlar, og var hetta stuðlað av Føroyska Bíbliufelagnum. Les meira...

Fyrsta brævasavnið

Fyrsti stóri fundur av Paulusar brøvum var í Egyptalandi tíðliga í 1930-árunum. Tey gulnaðu papyrusørkini vísa okkum seksogfýrs ørk úr tí elsta savninum av Paulusar brøvum, sum vit kenna. Les meira...
Facebook
Facebook
Heimasíða
Heimasíða
Teldupostur
Teldupostur
Ert tú ikki limur í Bíbliufelagnum, kanst tú tilmelda teg her.
Vitja heimasíðuna hjá Føroyska Bíbliufelagnum www.biblia.fo.


Copyright © 2016 Føroyska Bíbliufelagið, All rights reserved.

Formaður: Bergur Debes Joensen
Aðalskrivari: Ásbjørn Jacobsen

Send Tíðindabrævið víðari til vinir og kenningar.

Her kanst tú frámelda teg sum haldara av Tíðindabrævinum   Dagfør upplýsingar tínar