Copy
Tíðindabræv frá Føroyska Bíbliufelagnum
Sært tú ikki myndirnar - trýst her

Tíðindabræv frá Bíbliufelagnum 11. apríl 2016

Árligi limafundurin verður í Klaksvík 12. apríl 2016.

Árligi limafundur felagsins verður týskvøldið 12. apríl 2016 kl. 20.00 í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni, Klaksvík. Nógv ymiskt er á skránni, millum annað luttekur, landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, á fundinum.

Skráin fyri limafundin er sambært viðtøkunum við frágreiðing frá arbeiðinum og fíggjarviðurskiftum. Limir hava møguleika at koma við spurningurm og viðmerkingum til arbeiðið hjá Bíbliufelagnum.

Andakt við Jógvani Fríðrikssyni, biskupi og forseta í Bíbliufelagnum.

Nýggj og spennandi tíðindi frá Sameindu Bíbliufeløgum (United Bible Societies - UBS).

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, ber fram heilsu og sigur nøkur orð.

Eisini verður orðaskifti um tørv og framtíðarætlanir hjá Bíbliufelagnum. Upplegg til orðaskifti við Hallgerð Akurstein.

Eftir limafundin sigur Hilda Viderø frá um stuðul frá Bíbliufelagnum til Bíbliur á Filipsoyggjunum og í Pakistan.

Sangur við Tórhild Bjarkhamar og Ingu Jensen. Eisini syngur kórið í Christianskirkjuni.

Hjartaliga vælkomin!

Nýggir limir kunnu tekna seg á fundinum ella her.

Viðtøkur felagsins kunnu lesast á heimasíðuni www.biblia.fo

Stuðul til Føroyska Bíbliufelagið

Ynskja tygum at stuðla Føroyska Bíbliufelagnum við eini peningagávu, kann hetta gerast
við at flyta pening á niðanfyri standandi konti:

  • BankNordik 6460-382.873.7
  • Eik Banki 9181-380.777.2
  • Norðoya Sparikassi 9865- 992.646.6
  • Suðuroyar Sparikassi 9870-992.061.8

Minst til at viðmerkja: Gáva.

Trýst her um tygum ynskja at geva mánaðargávu.

Trýst her, um tygum ynskja at stuðla ávísa verkætlan.

Hjartans tøkk fyri stuðulin!

Ert tú ikki limur í Bíbliufelagnum, kanst tú tilmelda teg her.
Vitja heimasíðuna hjá Føroyska Bíbliufelagnum www.biblia.fo.


Copyright © 2016 Føroyska Bíbliufelagið, All rights reserved.
Tíðindabrævið verður sent limum felagsins og áhugaðum.

Postadressa:
Føroyska Bíbliufelagið
Áargarður 15
FO-520 Leirvík
Faroe Islands
 
Formaður: Bergur Debes Joensen
Aðalskrivari: Ásbjørn Jacobsen

Send Tíðindabrævið víðari til vinir og kenningar.

Her kanst tú frámelda teg sum haldara av Tíðindabrævinum   Dagfør upplýsingar tínar
Facebook
Facebook
Heimasíða
Heimasíða
Teldupostur
Teldupostur