Copy
Tíðindabræv frá Føroyska Bíbliufelagnum
Sært tú ikki myndirnar - trýst her

Nýggi Sáttmálin - søgulig útgáva á føroyskum!

31. oktober 2017 – sjálvan 500 ára dagin fyri trúbótina – fingu føroyingar fyri fyrstu ferð eitt Nýggja Testamenti á gerandismáli, kallað “Nýggi Sáttmálin”.
Útgávan er serliga ætlað ungum og teimum, sum ikki eru so væl kend við bíbilsku frásagnirnar, men øll kunna fáa gagn av at lesa hesa nýggu slóðbrótandi útgávu.

Tað er Heri Tróndheim, sum hevur týtt “Den Nye Aftale” hjá danska bíbliufelagnum. Onnur hava lisið týðingina, fyri at tryggja trúskap ímóti grundmálinum og at málið er gott føroyskt gerandismál.
Tað er forlagið “Bókin” hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum gevur út. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur ritstjórnað, og Føroyaprent staðið fyri uppseting og prenting. Mentamálaráðið hevur stuðlað verkætlanini.

Nýggi Sáttmálin er at fáa í bókasølum um alt landið, og bókin kostar 298,- kr.
Í sambandi við søguligu útgávuna, varð bókin løgd fram í Norðurlandahúsinum týsdagin 31. oktobur.
Ummæli av Nýggja Sáttmálanum

Hevði ta gleði at vera við til søguligu framløguna av Nýggja Sáttmálanum, ið Bíbliufelagið skipaði fyri sjálvan reformatiónsdagin hin 31. oktober í ár. Tað var sera áhugavert at hoyra um aðalmálið við útgávuni og hvussu arbeitt hevur verið.
Les meira...

Nýggi Sáttmálin er spennandi og avbjóðandi

Tað var við gleði og spenningi eg fekk Nýggja Sáttmálan í hondina. Bókin er litrík og skilur seg væl út frá øðrum bókum í útsjónd. Hon hevur eina góða stødd og liggur væl í hondunum. Uppsetingin av tekstinum er góð og tað er passaligur nógvur tekstur á síðunum.

Eg hevði ynskt, at tekstirnir niðast á síðunum, sum siga hvar lisið verður úr vóru tíðiligari, tvs. var skrivað við størri skrift. Les meira...

Hava framleitt fleiri enn 400 milliónir partar av Bíbliuni

Triðja árið á rað hava bíbliufeløgini framleitt, selt og býtt út fleiri enn 400 milliónir partar av bíbliuni kring um í heiminum, íroknað 34 milliónir bíbliur.Hetta svarar til umleið fimm prosent av heimsins íbúgvum. Samlaða upphæddin er 401,4 milliónir krónur, ið limafeløgini hava latið til bíbliur, nýggja testamentir og aðrar partar av bíbliuni. Les meira...

Tíðindabrævið verður sent limum felagsins og teimum, ið hava teknað seg fyri Tíðindabrævinum.
Ert tú ikki limur í Bíbliufelagnum, kanst tú tilmelda teg
her.

Vitja heimasíðuna www.biblia.fo.

© Føroyska Bíbliufelagið. Øll rættindi ognað.

Send Tíðindabrævið víðari til vinir og kenningar.

Her kanst tú frámelda teg sum haldara av Tíðindabrævinum   Dagfør upplýsingar tínar
Facebook
Facebook
Heimasíða
Heimasíða
Teldupostur
Teldupostur






This email was sent to <<Teldupostur>>
why did I get this?    unsubscribe from this list    update subscription preferences
Føroyska Bíbliufelagið · Giljavegur 32 · Sandavágur, FO 360 · Faroe Islands

Email Marketing Powered by Mailchimp