Copy
Hey <<First Name>>

Klubbabókin hesa ferð er ein nýggj føroysk krimi eftir Steintór Rasmussen. Bókin eitur Deyðin fer í bindiklubb
Bókin verður borin tær ein av døgunum, og klubbaprísur er 222,-.

---

Á ORÐ OG TÓNUM hóskvøldið fer Jonhard Mikkelsen at hava ein stuttan inngang um brotssøguhøvundar og -lesarar, áðrenn Gunnar Nolsøe fer at práta við Steintór um bókina, og hví hann hevur skrivað bókina.

Vælkomin oman í Reinsaríið hóskvøldið kl. 20.
Sí annars skrá her


---
 

Næsta klubbabókin

Næsta klubbabókin er víða gitna bókin eftir Stefan Zweig Die Welt von Gestern (Heimurin, ið var).
Bókin lýsir ikki bara, hvussu Evropa smildraðist av kríggi, men hon er eisini ein skakandi vitnisburður um, hvussu djúpt vit kunnu søkka - og hvussu skjótt tað kann henda. Hon er ein ávaring um ta tíð, vit sjálv liva í.
 
Knút Olsen hevur týtt bókina, sum verður klubbabók í februar 2017.
Klubbaprísur 198,-.
© SPROTIN 10/18/2016
Hetta brævið er sent tær, tí tú ert limur í Bókaklubba Sprotans.

Visti tú, at tað til ber at rinda klubbabókina við fastari flyting? Tað er lætt og ómakaleyst.
Ring 23 57 82 ella skriva til elisabeth@bms.fo.

Skriva eisini til elisabeth@bms.fo, um tú vilt heinta næstu bókina á Bókamiðsøluni, strika teg sum klubbalim, ella um eitthvørt umsitingarligt er at spyrja um.

Hevur tú fingið nóg mikið av okkum? Strika tíðindabrævið her.