Copy
Tíðindabræv frá Føroyska Bíbliufelagnum
Sært tú ikki myndirnar - trýst her
Stuðla fyrstu bíbliuumseting úr grundmálinum í meira enn hálva øld.

Hvítusunnudag 20. mai, hevur Føroyska Bíbliufelagið talvudag í flestu fólkakirkjunum kringlandið, og ynskja vit við hesum at minna á høvið at stuðla Bíbliufelagnum og tess arbeiði.

Endamálið hjá Bíbliufelagnum er at geva út Bíbliuna, partar av henni og annað upprunað føroyskt og týtt tilfar, til allar aldursbólkar.

Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað við limagjaldi og gávum og tí er talvudagurin ein kærkomin fíggjarligur stuðul til virksemið hjá Bíbliufelagnum.

Innsavnaði peningurin í ár, fer serliga til nýggju umsetingina av allari Bíbliuni úr grund málunum. Tað er Hans Jacob Joensen, frv. bispur, sum hevur latið umsetingina úr hondum .

Í fjør kom fyrsta gerandisútgávan av Nýggja Testamenti “Nýggi Sáttmálin” út og hevur hann verið sera væl móttikin. Í apríl kom nýggja barnabíblian “Bíblian til øll børn” út; hon er ætla smærri børnum. Nú verður so eisini arbeitt við eini aðrari barnabíbliu, sum vónandi kemur út seinni í ár.

Partur av virkið Bíbliufelagsins, er eisini at stuðla bíbliuútgávum úti í heimi, so at tey, ið lítla ella onga atgongd hava til bíbliuna á sínum egna máli, kunna fáa henda møguleika.

Stuðul er fyrr latin India, Ukraina, Pakistan og Filipsoyggjunum.

Bíbliufelagið er virkið á heimasíðuni www.biblia.fo og á Facebook síðuni. Eisini hevur felagið útgivið eina framúrskarandi bíbliu-app til snildtelefonir og teldlar.

Meiri fæst at vita um Bíbliufelagið á www.biblia.fo

Við vón um góðan fíggjarligan og andaligan stuðul...

Vinaliga,

Jógvan Fríðriksson               Bergur D. Joensen                         Gunnar K Nattestad
forseti í Bíbliufelagnum         formaður í Bíbliufelagnum               aðalskrivari
 

Innbjóðing til Limafund

Árligi limafundur felagsins verður týskvøldið 15. mai 2018 kl. 19:30 í Kelduni í Skálafirði.

Eftir limafundin hevur Jógvan Fríðriksson, biskupur, fyrilestur við heitinum “Samskiftið millum systrar og brøður.” Les meira um limafundin her.

Altjóða bíbliuumsetingar í vøkstri

Sameindu bíbliufeløgini eru serkunn í at umseta. Í løtuni verður á altjóða støði arbeitt við meira enn 400 bíbliuumsetingum. Í 2017 hjálpti sameindu bíbliufeløgini við at liðugtgera bíbliuumsetingar á 49 tungumálum, so meiri enn 580 milliónir fleiri kunnu lesa Bíbliuna. Enn eru 3.773 tungumál, ið bíða. Les meira...

Tey bæði Korintbrøvini

Í Nýggja Testamenti eru tvey brøv av Paulusi til meinigheitina í Korint í Grikkalandi, sum hann sjálvur stovnaði. Lesa vit tey bæði brøvini nágreiniliga, sæst, at upprunaliga hava tað verið fýra brøv - kanska enntá fleiri – í tí samlaða brævaskiftinum. Les meira...

Forlagið Bókin

Endamál forlagsins er at geva út Bíbliur, partar av henni og annað viðkomandi tilfar til allar aldursbólkar, bæði uppruna føroyskt tilfar og týðingar.

Á Limafundinum verður høvi at keypa bíbliur, barnabøkur og ymiskt annað tilfar.

Vitja síðuna hjá forlagnum her.

Fylg okkum á Facebook
Tíðindabrævið verður sent limum felagsins og teimum ið hava teknað seg fyri Tíðindabrævinum.
Ert tú ikki limur í Bíbliufelagnum, kanst tú tilmelda teg
her.

Vitja heimasíðuna www.biblia.fo.

© Føroyska Bíbliufelagið. Øll rættindi ognað.

Send Tíðindabrævið víðari til vinir og kenningar.

Her kanst tú frámelda teg sum haldara av Tíðindabrævinum   Dagfør upplýsingar tínar
Facebook
Facebook
Heimasíða
Heimasíða
Teldupostur
Teldupostur






This email was sent to <<Teldupostur>>
why did I get this?    unsubscribe from this list    update subscription preferences
Føroyska Bíbliufelagið · Giljavegur 32 · Sandavágur, FO 360 · Faroe Islands

Email Marketing Powered by Mailchimp