Copy
Tíðindabræv frá Føroyska Bíbliufelagnum
Sært tú ikki myndirnar - trýst her

Aðalskrivarin á felagsfundi í Estlandi

Í farnu viku 28.-29. august, var aðalskrivarin í Føroyska Bíbliufelagnum í Tallinn í Estlandi, har allir níggju aðalskrivararnir í Norðanlondum og Baltisku londunum, hittust til árligan fund. Hetta er fyrstu ferð, at øll hesi bíbliufeløgini eru umboðað.

Gist var í einum kleystri hjá katólsku Birgittinara systrunum, og her vóru fundirnir eisini hildnir. Á fundinum vóru felags áhugamál umrødd, m.a. nýggjur fíggjarleistur hjá altjóða bíbliufelagnum UBS og kunnað varð um gongdina í ymsu londunum.
Les meira...

Vøkstur í Bíbliuumsetingum

Sameindu bíbliufeløgini eru serkøn í umsetingum. Globalt verður í løtuni arbeitt við 400 umsetingar verkætlanum.

Í 2017 hjálptu Sameindu bíbliufeløgini at gera bíbliuumsetingar á 49 tungumálum, so at 580 milliónir fleiri menniskju kunnu nú lesa Bíbliuna. Enn vanta 3.773 tungumál, sína.
Les meira...

Bíbilsku fyrimyndir okkara: Jákup

Tá ið eg gekk í fólkaskúla og vit undir morgunsanginum sungu ”ongum er so trygt at fara” og komu til linjuna Jákups Guð teg væl skal varða, varð eg onkutíð flovur. Hví skuldu vit nevna mítt navn?

Søgan um Jákup vísir okkum, at Bíblian ikki er ein søga um fullkomin menniskju, men um syndug menniskju, sum hava tørv á Guðs náði eins og vit hava í dag.
Les meira...

Tíðindi:

Nýtt frá forlagnum Bókin: MeldurBíblian er føroyska heitið á nýggjari barnabíbliu. Hetta er samprent av føroyskari, grønlendskari og danskari útgávu. Bókin er litrík við nógvum tekningum og uppgávum, ið børn og foreldur kunnu lesa og loysa í felag.
MeldurBíblian verður væntandi í bókasølunum seinni í hesum mánaðinum.


Nýtt frá landsnevndini: Ferðandi stýrisfundur verður í Mariukirkjuni 23. september 2018.
Í viku 37 fær Føroyska Bíbliufelagið vitjan av Bernt Olsen frá norska bíbliufelagnum. Hann fer m.a. at kunna um ymisk fíggjarlig viðurskifti og um arbeiðið í Sameinda Bíbliufelagnum - UBS.
Blíðar heilsanir
Ásbjørn Jacobsen
Tíðindabrævið verður sent limum felagsins og teimum ið hava teknað seg fyri Tíðindabrævinum.
Ert tú ikki limur í Bíbliufelagnum, kanst tú tilmelda teg
her.

Vitja heimasíðuna www.biblia.fo.

© Føroyska Bíbliufelagið. Øll rættindi ognað.

Send Tíðindabrævið víðari til vinir og kenningar.

Her kanst tú frámelda teg sum haldara av Tíðindabrævinum   Dagfør upplýsingar tínar
Facebook
Facebook
Heimasíða
Heimasíða
Teldupostur
Teldupostur






This email was sent to <<Teldupostur>>
why did I get this?    unsubscribe from this list    update subscription preferences
Føroyska Bíbliufelagið · Giljavegur 32 · Sandavágur, FO 360 · Faroe Islands

Email Marketing Powered by Mailchimp